Innbrotstjóvur drakk seg fullan á týskari barr

Fríggjadagin rykti løgreglan í býnum Verden í landnyrðings Týsklandi út til eina barr, har ein maður bankaði á vindeyguni innanífrá.

Týska løgreglan rykti út til eitt innbrot í eini barr í býnum Verden fríggjadagin. (Savnsmynd). - Mynd: Michaela Stache/Ritzau Scanpix

Tá løgreglufólkini komu, greiddi 41 ára gamli maðurin frá, sambært tíðindaskrivi frá løgregluni, at hann hevði verið læstur inni.

Men løgreglufólkini funnu útav, at maðurin faktiskt hevði brotið inn og farin at drekka rúsdrekka í barrini.

Tá hann varð kannaður við alkoholmátara, varð alkoholpromillan í blóðinum máld at vera yvir trý.

Hetta er meira enn seks ferðir promillumarkið í Týsklandi, skrivar tíðindastovan dpa.

41ára gamli innbrotsmaðurin varð skuldsettur fyri grovan stuldur, upplýsir løgreglan.

 

/Ritzau/

 

Týska løgreglan rykti út til eitt innbrot í eini barr í býnum Verden fríggjadagin. (Savnsmynd). - Mynd: Michaela Stache/Ritzau Scanpix