Geza og liðfelagarnir ferðaðust til Cambridge til onga nyttu

Veturin hevur sett klørnar í enska fótbóltin

Fleiri lið í lægru fótbóltsdeildunum í Onglandi hava ikki sum liðini í Premier League, hita í vøllinum.

 

Tí bleiv tað ein bummtúrur hjá David Geza Turi og liðfeløgunum í Grimsby Town, ið skuldu spæla dyst á útivølli í fjórðbestu deildini móti Cambridge United.

 

Starvsliðið hjá Cambridge hevði pjøssað umstøðurnar sum frægast, men tað var ikki nóg mikið til at sannføra dómaran, at tað var ráðiligt at spæla í dag. Dómarin staðfesti, at vøllurin var vandamikil og hálur. Tí mátti bæði hópur og viðhaldsfólk hjá Grimsby longu leiðina heimaftur aftaná ein bummtúr. 

 

Veturin hevur sett klørnar í lægru ensku fótbóltsdeildirnar, tí heili 10 av 12 dystum í deildini, ið skuldu spælast í dag vóru avlýstir vegna vánaligu veðurumstøðurnar. 

 

Í triðbestu deildini vóru fýra av 12 dystum avlýstir. Í næstbestu deildini vóru tríggjar av 12 dystum avlýstir. So nú eru nógv hangipartí. 

 

Eftir skránni skal Grimsby komandi leygardag klokkan 17.45 spæla dyst í triðja umfarinum í FA Cup kappingini. Dysturin verður á heimavølli móti sættadeildarliðnum, Weston-super-Mare.