TB tók stórt stig rætta vegin

1. DEILD: Aron Arnholdsson var tvífaldur málskjútti, tá ið TB svaraði aftur og vendi 0-2 til sigur í Gundadali

Í dag hevði næstbesta liðið hjá B36 vitjan av TB. Millum teir fyrstu ellivu hjá B36 vóru eitt nú Rói Hansen, Bergur Jákupsson Poulsen, Boubacar Dabo og Dávid Høgnason Viderø, sum undan summarsteðginum spældi við 07 Vestur.

 

Tá ið 20 minuttir vóru farnir, var heimaliðið frammanfyri 2-0, og einki bendi á annað, enn at øll trý stigini fóru at verða eftir í Gundadali.

 

Í báðum førum var Dávid Høgnason Viderø málskjútti, og hann hevur nú skorað trý mál fyri næstbesta liðið hjá B36.

 

Men TB svaraði aftur og reisti seg og vann 4-3. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Aron Arnholdsson, sum var málskjútti eftir upplegg frá Torkili Jespersen Holm, og fimm minuttir eftir steðgin var reseptin tann sama, tá ið TB javnaði, og Aron Arnholdsson varð tvífaldur málskjútti. 19 ára gamli Aron Arnholdsson hevur nú skorað seks mál í ár.

 

Eitt lítið korter eftir steðgin legði B36 seg framum 3-2. Málskjútti var Nils Eiriksson, og uppleggið átti Stefan Djurnic. 19 ára gamli Nils Eiriksson hevur verið við í øllum 19 dystunum hjá B36 í 1. deild í ár, og í dag var hann fyri aðru ferð málskjútti.

 

Og so var tað, at TB svaraði aftur og bæði javnaði til 3-3 og skoraði 4-3 sigursmálið. Málskjútti til 3-3 var Samudeen Musah eftir upplegg frá Ali Sheik Ali. 25 ára gamli Samudeen Musah hevur verið við í øllum 19 landskappingardystunum, og hann er TB toppskjútti við 10 málum.

 

4-3 TB sigursmálið eitt stórt korter undan leikloki skoraði Nikolei Johannesen við brotssparki.

 

Sigurin ber við sær, at TB nú er á fimta plássi við 25 stigum, og at B36 er á sætta plássi við 23 stigum.

 

Um eina viku fer B36 at spæla í Fuglafirði, og TB fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.