Myndir: Fríggjakvøld og leygardagur seinnapart á Ljósfest 2026

Ljósfest byrjaði í Vági í gjár, og heldur fram í dag í fagrasta veðri.

 

Eftir heiðran av borgarum í gjárkvøldið, spældu Sputnik og Solband í tjaldnum

 

Seinnapartin í dag hevur tiltak verið fyri børn á stóra pallinum, har Trøllapætur, Omman og Ommididd og Oddi vóru á palli. Síðani sungu og spældu Sunrid og Andrias.

 

Í Vágs skúla hava tey árliga MGP viku, har børn kappast um besta sang og framførslu. Vinnarin, 3. flokkur síðsta skúlaár, slapp at framføra á Ljósfest í dag.

 

Klokkan 18:30 í kvøld setir Magnus Dahl Ljósfest 2026 og so er stóra konsertin á skránni, har hesi fara á pall: 

 

Hvarv, Annika Hoydal, Starlight, RSP, ABBA Tribute, Norðkraft og Danny & The Weetos

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##