Gunnar vann stórsigur á Árna Nóa og Ara

Gunnar Vatnhamar fekk ein stórsigur í fyrsta dystinum fyri Vejle

Mynd: Vejle Boldklub

Gunnar Vatnhamar hevur longu funnið seg til rættis í Vejle.

 

Gunnar var við frá dystarbyrjan, tá Vejle á leikvøllinum á Vejle Stadion vann stórsigur 4-1 á Vendsyssel FF, ið hevði Árna Nóa Atlason og Ara Olsen við frá dystarbyrjan. Also vóru tríggir fyrrverandi víkingar á vøllinum í kvøld.

 

Vejle rann Vendsyssel umkoll í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan 4-0 til Vejle. Vendsyssel fekk steðgað bløðingini í seinna hálvleiki, og svaraði aftur við einum máli.

 

Tobias Bach við tveimum málum og Mikkel Duelund syrgdu fyri, at Vejle var á odda 3-0 longu aftaná 24 minuttirs spæl. Beint undan steðginum økti Gustav Marcussen til 4-0.

 

Tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn-Pedersen reduseraði fyri Vendsyssel.

 

Gunnar, ið var á vøllinum í 86 minuttir fær fyri leikliga avrikið frá Sofascore karakterin: 7,0, og frá Soccerstand karakterin: 6,9 (av 10 møguligum).

 

Vejle er fremst í deildini við 17 stigum. Vendsyssel hevur átta stig, og er nummar sjey í deildini. 

 

Poul Kallsberg kom á vøllin í 56. minutti, tá lið hansara, Hillerød á útivølli leikti 1-1 móti HB Køge. Solomon Opoku legði Hillerød á odda í 13. minutti. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði HB Køge til 1-1.

 

Hillerød er nummar 10 í deildini við fimm stigum. 

 

Mynd: Vejle Boldklub