Fríðikur Bláhamar, sum fylti 60 ár leygardagin - samstundis sum endurstovnaða fyritøkan fylti 30 ár. Myndir: Benjamin Hansen (VIRKA - @virka.fo)

Hátíðarhald hjá First Stop/Super Dekk

Fríggjadagin var hátíðarløta hjá First Stop/Super Dekk við Hoyvíksvegin í sambandi við at 30 ár eru liðin síðan fyritøkan varð endurstovnað sum SP/f Super Dekk, og stjórin Fríðrikur Bláhamar fyllir 60.

Fríðikur Bláhamar, sum fylti 60 ár leygardagin - samstundis sum endurstovnaða fyritøkan fylti 30 ár. Myndir: Benjamin Hansen (VIRKA - @virka.fo)

Á skránni vóru talur, sangir og tónleikaframførslur. Eisini vóru gestir komnir frá útlandinum at hátíðarhalda dagin. Eisini familja, vinir og fyrrverandi starvsfólk vitjaðu. 

 

Fyritøkan var upprunaliga stovnað í Vestmanna sum Super Dekk Service í 1974, og flutti nakað eftir tað til Havnar. Tað var Sámal Bláhamar, sum setti fyritøkuna á stovn. Síðan 1979 hevur fyritøkan hildið til Hoyvíksvegin.

 

Síðan 1992 hevur Fríðrikur Bláhamar verið stjóri í fyritøkuni. Í 1995 varð fyritøkan gjørd til partafelag, og í 2007 gjørdist hon partur av altjóða ketuni First Stop, sum er ein av størstu handilsketum við felgum og dekkum í Danmark og Evropa við meira enn 2000 dekksentrum. FirstStop er vorðin ein størri og størri partur av samleikanum hjá Sp/f Super Dekk.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

##med33##

##med34##

 

 

Fríðikur Bláhamar, sum fylti 60 ár leygardagin - samstundis sum endurstovnaða fyritøkan fylti 30 ár. Myndir: Benjamin Hansen (VIRKA - @virka.fo)