Nógvur kavi og tvísiffrað froststig hava um vikuskiftið rakt Svøríki, og kuldin er komin niður í minus 40 stig og kavin er 51 sentimetrar tjúkkur.
Tað upplýsir svenska veðurtænastan SMHI, sambært tíðindastovuni TT.
Kalda veðrið hevur elvt til streymslit fleiri staðni, og í morgun vóru umleið 5.500 húsarhald uttan streym.
Serliga Mið- og Suðursvøríki hava fingið kava, meðan kuldin hevur rakt Norðursvøríki harðast.
Mesti kavin hevur lagt seg í Oskarshamn við svensku eysturstrondina í Smålandi. Har er kavin lagstur 51 sentimetrar tjúkkur.
Í Gielas í Västerbotten í Norðursvøríki 685 kilometrar í útnyrðing úr Stokkhólmi, vórðu í nátt máld minus 40 stig.
Hetta er mesti kuldin, sum er skrásettur í Svøríki higartil í vetur.
Í dag fer tað sum heild at liggja millum minus 30 og minus 35 stig í Norrlandi, sum er tað norðasta av teimum trimum landslutunum í Svøríki.
Í restini av landinum verður fyri tað mesta minusstig. Tó hava tvær mátistøðir mált pluss stig. Ein á Ölandi og ein á Gotlandi.
/Ritzau/











