Havnarbáturin syfti meistararnar

10-mannafør: Hóast hann í dag var akkurát ov stuttir, so er Ormurin Langi føroyameistari

Tað var eitt framúr punktum, sum varð sett fyri róðrarárið 2026. Tað vóru 10-mannaførini, sum kappaðust, og talan var um framúr kapping millum Havnarbátin og Ormin Langa. Klaksvíkingur var við í startspurtinum, men sum tað leið frá, so var skjótt at staðfesta, at Klaksvíkingur einki hevði at gera í kappingini við 10-mannaførini úr høvuðsstaðnum.

 

Havnarbáturin legði bragdliga fyri, og Havnarbáturin var fremstur so at siga allan tann stutta róðrarteinin. Ormurin Langi lúrdi alla tíðina, og Ormurin Langi bjóðaði av framvið Molanum. Teir á Orminum Langa tóktist fara at spurta fyrr enn teir á Havnarbátinum, men teir á Havnarbátinum hildu høvdið kalt, og í øgiliga tættari kapping var tað Havnarbáturin, sum á málinum hevði hvíta drekastevnið undan bláa drekastevninum á meistarabátinum Orminum Langa hjá Róðrarfelagnum Knørri.

 

1 Havnarbáturin (HR)04:19.06+00.007 
2 Ormurin Langi (RK)04:19.27+00.426 
3 Klaksvíkingur (KRF)04:25.29+06.465
1 Ormurin Langi (RK)746 
2 Havnarbáturin (HR)745 
3 Klaksvíkingur (KRF)735

 

rsf.fo