Havnarbáturin vann á norðoyastevnu

10-mannafør: Við rimmar endaspurti var um reppið, at Ormurin Langi tók FM vinnaran frá í fjør

Tað var framúr spenningur, tá ið 10-mannaførini komu skúmandi fram ímóti málinum á norðoyastevnu. Havnarbáturin, sum í finauróðri á ólavsøku í fjør tryggjaði sær FM heitið, vann, Ormurin Langi var næstur, og Klaksvíkingur var aftastur.

 

Frá tí fremsta og til tann aftasta vóru tað 00.96 sekund, og tað eigur at bera boð um, at talan verður um øgiliga stóran spenning í kappingini millum 10-mannaførini.

 

Havnarbáturin leyp avstað, og í startspurtinum vann hann tað mesta av einari bátslongd, og so sá tað út til, at talan bara fór at vera um, hvussu trivaligur sigurin fór at vera.

 

Klaksvíkingur vildi ikki sleppa, og tá ið hann tóktist at bjóða av, so fylgdi Ormurin Langi við. Havnarbáturin stýrdi tó og svaraði aftur, men í endaspurtinum tódnaði tað av álvara. Teir umborð á Orminum Langa høvdu øgiliga orku, og í sííðstu tøkunum rann saman millum teir báðar fremstu og Klaksvíkingur, sum endaði aftast, rann saman við Orminum Langa fram á Havnarbátin, ið hevði reingina og reiðiliga tað undan, tá ið hann fór um málið.

 

 

1

 
  

Havnarbáturin (HR)

 
 

04:48.42

 
 

+00.00

 
 

2

 
  

Ormurin Langi (RK)

 
 

04:49.07

 
 

+00.65

 
 

3

 
  

Klaksvíkingur (KRF)

 
 

04:49.38

 
 

+00.96