Havnarmenn flongdu klaksvíkingar

Oddaliðini í landskappingini í talvi vunnu stórsigrar í 4. umfari í dag. FM-liðið hjá Havnar Telvingarfelag vann óvæntað heili 4-0 á Klaksvíkar Talvfelag. Oddaliðið hjá Sandavágs Talvfelag vann í sínum lagi eisini ruddiliga, eitt hálvt stig er nú á muni millum oddaliðini. Nú er lagt upp til rættiligt toppbrak í fimta umfari millum Sandavág og Havnina.

Tíðindaskriv:

 

1. deild (4. umfar)

 

Klaksvík (A) - Havnin (A) 0 - 4

 

Rani Baldursson (2056)  - Luitjen Akselsson Apol (2305) 0 - 1

 

Heðin Gregersen (1977) - Rógvi W. Rasmussen (2159) 0 - 1

 

Steintór Rasmussen (1989) - Sjúrður Thorsteinsson (2132) 0 - 1

 

Finnbjørn Vang (1958) - Elias Petersen (2109) 0 - 1

 

Sjálvt um allir á havnarliðnum høvdu favorittleiklutin grundað á styrkitølini, var ikki væntandi, at tað fór at sláa út á øllum fýra borðum. 4-0 er óhoyrt úrslit millum søguligu kappingarneytarnar.

 

Hvørki av liðunum var fullmannað í Skákinum á Akursmørk í Klaksvík í dag. Hjá klaksvíkingum var saknur í Ólavi Simonsen og Terja Petersen, hjá Havnini var eingin Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen ella Carl Eli Samuelsen at síggja. 

 

Afturímóti gjørdi útisetin Rógvi W. Rasmussen (FM-vinnari 1996) eitt sera væleydnað comaback í barndómsfelagnum. 

 

Sandavágur (A) - Klaksvík (B) 3½ - 1½

 

Rógvi Egilstoft (2304) - Haldur S. Johansen (2000) 1 - 0

 

Høgni Egilstoft Nielsen (2389) - Ingolf Gaard (1948) 1 - 0

 

Jón í Horni Nielsen (2104) - Tummas M.Sólsker (1930) 1 - 0

 

Silas Eyðsteinsson (2061) - Rani Nolsøe (1903) ½ - ½

 

Oddaliðið úr Vágum sást nú aftur við sterkastu manning. Rógvi Egilstoft er komin heim úr Spania at taka nakrar dystir, og tað ger mun. Rógvi noyddist tó at kýta seg av øllum alvi í dag fyri at knógva Halduri. Tað hálva stigið, ið klaksvíkingar fingu, syrgdi í staðin Rani Nolsøe fyri. Hart kroystur, men við rygginum móti múrinum, stríddi hann seg til remis.

 

Sandavágur (B) - Havnin (B) 2 - 2

 

Torkil Nielsen (2030) - Herluf Hansen (1974) ½ - ½

 

Bernhard Augustinussen (1937) - Suni Merkistein (1971) ½ - ½

 

Jón Atlason (1932) - Petur G. Magnussen (1921) ½ - ½

 

Ingi Wiberg (1899) - Flóvin M. Tummasarson (1903) ½ - ½

 

B-liðini hjá Sandavági og Havnini høvdu styrkt seg nakað til innanhýsis dystin teirra millum á Giljanesi í dag. Her var úrslitið, at tað endaði remis á øllum borðum.

 

Støðan í 1. deild

 

Sandavágur (A)  12 stig

 

Havnin (A) 11½

 

Havnin (B) 8½

 

Sandavágur (B) 7½

 

Klaksvík (A) 6½

 

Klaksvík (B) 4

 

Spenningur í 2. deild

 

Í næstbestu deildini gongur javnt á bæði í toppi og botni. Og stutt er millum fremru og aftaru liðini. 

 

Ikki færri enn tríggir fyrrverandi føroyameistarar sóust kring borðini í dystinum millum Kollafjørð og Toftir. Merkisvert at eingin av teimum trimum - Hans Kristian, Bogi og Jens Christian - var mentur at vinna í dag.

 

Klaksvíkingar hava tepru leiðsluna, men telvaðu javnt í dag móti blaðungu manningini hjá Havnini B. 

 

2. deild (4. umfar)

 

Havnin (B) - Klaksvík 2 - 2

 

Lisa Xin (1727) - Einar Gregersen (1913) 0 - 1

 

Brestir Samuelsen (1699) - Rógvi H. Olsen (1837) ½ - ½

 

Eyðun L. Staksberg (1691) - Rókur Davidsen (1828) ½ - ½

 

Herbert Holm Johannesen (1647) - Jónas Sólsker (1699) 1 - 0

 

Kollafjørður - Toftir 1 - 3

 

Hans Kristian Simonsen (2117) - Andrias Danielsen (1966) 0 - 1

 

Árant Djurhuus (1920) - Bogi Ziska (2148) ½ - ½

 

Markus Jacobsen (1781) - Jens Chr. Hansen (2102) ½ - ½

 

Ingi Højsted (1809) - Andreas Andreasen (1854) 0 - 1

 

Havnin (A) - Rókur 2½ - 1½

 

Arnbjørn Dalsgarð (1874) - Martin Brekká (2051) 1 - 0

 

Øssur Joensen (1853) - Kim Durhuus (1752) ½ - ½

 

Eli W. Finnsson (1829) - Gunnar Joensen (1804) 1 - 0

 

Óli Joensen (1816) - Fróði Zachariassen 0 - 1

 

Støðan í 2. deild

 

Klaksvík 10 stig

 

Kollafjørður 9½

 

Toftir 9

 

Havnin (B) 8½

 

Rókur 5½

 

Havnin (A) 5½

 

Ófullfíggjað

 

Vit fara lættliga um dystir og støðu í 3. - og 4. deild í dag, tí her eru ikki øll úrslit fingin til vega enn. 

 

3. deild (4. umfar)

 

Kollafjørður - Vestmanna 1½ - 2½

 

Sandavágur - Kongshavn 3 - 1

 

Klaksvík - Gøta 

 

4. deild (bólkur A) (4. umfar)

 

Sandavágur - Strendur 2½ - 1½

 

Havnin - Rókur 3 - 1

 

Toftir - Gøta

 

4. deild (bólkur B) (4. umfar)

 

Suðuroy - Sandavágur 1½ - 2½

 

Kollafjørður - Rókur 0 - 4

 

Havnin - Kongshavn 4 - 0 (uttan dyst)

 

Støðan

 

Sandavágur 11½ stig

 

Havnin 11

 

Suðuroy 10½ 

 

Fimta umfar

 

Dystirnir í fimta umfari verða um tvær vikur. Stóri dysturin tá stendur millum oddaliðini bæði í 1. deild, sum møtast í Havn.

 

5. umfar (18. januar) - 1. deild

 

Havnin (A) - Sandavágur (A)

 

Havnin (B) - Klaksvík (A)

 

Klaksvík (B) - Sandavágur (B)