HB tryggjaði sær øll níggju stigini móti EB/Streymi

Vit taka stutt samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum HB og EB/Streym í Betrideildini hjá monnum

Mynd: RS Media hb.fo

HB vann tveir greiðar sigrar og ein tepran sigur á EB/Streymi. Tað kunnu vit staðfesta, tá vit skulu taka samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum HB og EB/Streym í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

Sostatt fekk HB fulla úrtøku, níggju stig í teimum trimum innanhýsis dystunum.

 

Samlaða málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 9-1 til HB.

 

Emil Grønn Pedersen skoraði fimm av teimum níggju málunum HB skoraði móti EB/Streymi. 

 

EB/Streymur – HB 0-4 (0-3) - 28. september

 

0-1: Emil G. Pedersen 26.

 

0-2: Emil G. Pedersen 43.

 

0-3: Emil G. Pedersen 45.

 

0-4: Ási P. Dam 57.

 

HB - EB/Streymur 2-1 (0-0) - 10. august

 

1-0 Sammy Skytte 49.

 

1-1 Jógvan E. Ósá 66.

 

2-1 Emil G. Pedersen 90.+

 

EB/Streymur - HB 0-3 (0-2) - 3. apríl

 

0-1 Emil G. Pedersen 4.

 

0-2 Dan í Soylu, br. 22.

 

0-3 Jákup Thomsen 57. 

 

Kelda: FaroeSoccer

 

 

 

Mynd: RS Media hb.fo