Fram eftir kunnu í mesta lagi 500 fólk savnast í skipaðum bólkum. Hetta eru nýggju tilmælini frá myndugleikunum í samband við koronu.
Tilmælini eru kunngjørd beint nú og Bárður á Steig, løgmaður, sigur, at tilmælið um, at nú kunnu 500 fólk vera saman, er uttan mun til, um tað er uttandura ella innandura. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er lætt og ómakaleyst at spora møguliga smittu.
– Við góðu smittugongdini í huga, halda vit, at tað er ráðiligt at taka enn eitt fet ímóti einum vanligum gerandisdegi, sigur hann. Tað hevur ikki verið nakar smittutilburður í skjótt ein mánað, og vit nærkast trimum mánaðum síðani, at vit staðfestu koronasmittu innanhýsis í Føroyum. Teir tilburðir, ið hava verið seinastu mánaðirnar, eru øll fólk, sum eru komin til Føroya, greiðir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá.
Landsstýrið hevur eisini gjørt av at stytta heimauppihaldið fyri tey, ið ikki eru liðugt koppsett, úr seks døgum niður í fýra dagar. Heimauppihaldið er tíðarskeiðið eftir, at tú ert komin til Føroya úr útlondum.
Meðan tú ert í heimauppihaldi, verður mælt til, at tú ikki fert til arbeiðis, í skúla og ikki kemur saman við øðrum fólki fyrr enn negativu kanningina á fjórða degi. Í hesum tíðarskeiði ber til at fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru.
Fremsta orsøkin til, at tað verður mett skynsamt at stytta heimauppihaldið, er, at tilgerðartíðin hjá bretska koronuvariantinum er styttri enn vanligum koronu. Tilgerðartíðin er tíðin frá í at fólk eru smittað til tað sæst í eini kanning.
Landsstýrið viðger framvegis, nær tað er ráðiligt at skipa fyri teimum stóru festivalunum. Heilsufakligi myndugleikin hevur fleiri fyrivarni, ið mugu umrøðast nærri, og tí ber ikki til at siga við vissu, hvussu verður við størru festivalunum. Miðað verður eftir at koma við einari fráboðan um størru festivalarnar um nakrar vikur, sigur løgmaður.
– Tað eru fleiri spurningar, sum í løtuni eru torførir at svara. Á einum stórum festivali eru møguleikarnir at finna tey, sum eru smittað, sera avmarkaðir. Tað eru vanliga nógv ung undir 16 ár til slíkar festivalar, og í løtuni er ikki ætlanin at koppseta tey.
– Tað merkir, at tey kunnu bera smittuna. Tað hevur eydnast at avmarka koronu í Føroyum, og tað skal halda fram. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, tí er umráðandi, at fyrilit framvegis verða tikin at fyribyrgja smittubreiðslu, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Her eru nýggju tilmælini um koronu Her eru nýggju tilmælini um koronu
Nú kunnu vit verða saman í størri bólkum og fólk,sum koma til Føroya, skulu ikki vera so leingi í sóttarhaldi sum higartil
Áki Bertholdsen
9. apríl 2021 kl. 11:44
Mest lisið hesa vikuna
Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog
14. september kl. 07:59
Leitaði eftir einum analfabeti hjá Búskaparráðnum
Í gjár kl. 20:47
Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm
Í gjár kl. 23:31
14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík
18 tímar síðan
Garasjan hjá Georg verður tikin niður
15. september kl. 11:45
Hesi eiga Varðan – og hesi sita nú við borðendan
Í gjár kl. 12:21
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Tvøroyri – partur av miðbýnum stongdur í 6–8 vikur.
6 minuttir síðan
Tíðindi
Fáfongd og feigd
56 minuttir síðan
Tíðindi
Marius í Løkshøll - nýtt er ávegis og vit fingu ein forsmakk!
1 tími síðan
Tíðindi
Løkke: Næsta vika kann gerast góð fyri Grønland, Danmark og USA
3 tímar síðan
Tíðindi
Skrædl
3 tímar síðan
Tíðindi
860 fleiri starvsfólk enn fyri einum ári síðani
3 tímar síðan
Tíðindi
Markirnar síggjast sum eitt stórt blað úr rúmdini
4 tímar síðan
Fótbóltur
HB og Víkingur hava stórar favorittstøður
5 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: HB skal hava stýr á verjupartinum
7 tímar síðan
Tíðindi
Leita eftir fiskibáti við útlendskum ferðafólkum í Noregi
10 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Óluva A. Joensen vil hava steypið aftur til Klaksvíkar
12 tímar síðan
Hondbóltur
Steypafinaludreymurin hjá Gyltu og liðfeløgunum brast
13 tímar síðan