Løgmaður og borgarstjóri heilsaðu Logos Hope

- Tað var ein hugnalig løta seinnapartin í gjár, tá almenn móttøka var fyri Logos Hope í Klaksvík

Á skránni til móttøkuna var eitt nú kaffi og kaka, framførsla frá Klaksvíkar Hornorkestri og sangur frá barnakórinum á Skúlatrøð.

 

Løgmaður, Beinir Johannesen, bar fram eina heilsan, og tað gjørdi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, eisini. 

 

Klokkan 17.30 í gjár varð skipið opið fyri vitjandi, sum vildu síggja og uppliva skipið, og her var høvi at vitja stóru og flótandi bókasøluna umborð.

 

Í Klaksvíkar kommunu takka tey manningini á Logos Hope og OM Føroyum fyri eitt gott og hugnaligt tiltak.

 

- Tað var ein hugnalig løta seinnapartin í gjár, tá almenn móttøka var fyri Logos Hope í Klaksvík, siga tey í Klaksvíkar kommunu.