Fía Selma: Føroyar eiga at verða rottufríar

Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at taka stig til at samskipa rottutýningina kring landið. Hon heldur, at kommunurnar ikki megna uppgávuna einsamallar.

Rottan komin á tingborð... Tilgjørd mynd

Fía Selma Nielsen hevur í dag sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, ein skrivligan fyrispurning um rottutýning í Føroyum.

 

Hon spyr millum annað, um landsstýrið hevur ætlanir um at samskipa rottutýningina saman við kommununum, sum í dag hava ábyrgdina av henni.

 

– Tað sær ikki út til, at kommunurnar megna uppgávuna at týna rottuna í Føroyum, skrivar Fía Selma Nielsen í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

Hon vísir á, at rottan kann gera stóran skaða á føroysku náttúruna og serliga fuglalívið. Rotta leggst í fuglabjørg og fuglabøli og etur egg, og sleppur hon framat, kann hon sambært løgtingskvinnuni gera óbótaligan skaða á fuglastovnar.

 

Fía Selma Nielsen vísir eisini á, at rottan kann gera materiellan skaða, eitt nú á ravmagnsútgerð og spillivatnskipanir, og at hon kann bera sjúkur millum bæði djór og menniskju.

 

Í Føroyum er tað serliga brúna rottan, sum er ein trupulleiki. Hon nørist skjótt. Sambært viðmerkingunum til fyrispurningin verður hon kynsbúgvin longu 8-12 vikur gomul og kann leggja 2-7 ferðir um árið við 8-10 ungum hvørja ferð.

 

Løgtingskvinnan heldur kortini, at tað eigur at bera til at seta sær eitt nógv størri mál.

 

– Fermetratalið í Føroyum er avmarkað. Tí átti at verið gjørligt, til dømis við felags innsatsi millum land og kommunur, at týnt rottuna í Føroyum, skrivar hon.

 

Hon vil eisini hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvørja ávirkan rottufríar Føroyar eftir hennara meting høvdu havt á føroysku fuglastovnarnar og á burðardygdina í føroysku náttúruni sum heild.

 

Rottan komin á tingborð... Tilgjørd mynd