Nú í nakrar dagar hevur nærum ikki verið dagur, at ikki okkurt nýtt hevur verið at frætt um skip og bátar í mínum nærumhvørvi her á Glyvrum, í Saltangará, Runavík og í Søldarfirði.
HAV LEITI
Í farnu viku kom nýggjasta skipið í vala flotanum hjá Navigare Shipping ”Hav Leiti” til Søldarfjarðar, her fyritøkan hevur sítt høvuðssæti. Navigare Shipping er ein fyritøka, sum hevur sín uppruna og grundvøll í arbeiðssomum og víðskygdum fólkum hiðani av Fjørðinum. Trygt, dygt og støðugt er fyritøkan vorðin alsamt størri, samstundis sum hon hevur fest djúpar røtur, ið bera vøksturin. Í 60 ár er fyritøkan vaksin frá at eiga ein sandbát til í dag at eiga 18 skip. Fleiri enn 200 fólk arbeiða í Navigare, sum hevur virksemi og skrivstovur víða um við skrivstovum bæði í Noregi og Skotlandi.
Hjartaliga tillukku við prýðiliga nýbygninginum Hav Leiti. Aðrir nýbygningar eru á veg og nógv er at gleðast um í framtíðini.
DUNGA JÁKUP
Um somu tíð hava vit sæð ein annan nýbygning um at gerast siglingarkláran. Dunga Jákup hjá fyritøkuni Pf. Varðin hevur í vikuni royndarsiglt á Skálafjørðinum. Eitt frambrot hjá heimaflotanum, har tað nú fer at bera til at frysta óvirkaðan fisk umborð. Skipið verður bygt her á fjørðinum – á Mest á Skála. Vit her á fjørðinum fegnast um stóra frambrotið. Vit fegnast um framfúsin vinnulívsfólk, sum støðugt hugsa nýtt og gera dreymar til veruleika. Atknýtið millum Pf. Varðan og Dunga Jákup kemur vónandi at gera, at Dunga Jákup verður dagligur gestur við bryggjuna í Runavík, har Faroe Origin við sínum 125 arbeiðsfólkum virkar fyrstafloks matvørur til útflutnings.
Hjartaliga tillukku við Dunga Jákupi øll tit, sum í langa tíð hava verið partur av verkætlanini.
SAMSKIP
Enn eitt nýbrot innan skipavinnu er tað, at Samskip, sum hevur høvuðsstøð á bryggjuni í Saltangará, nú fer at hava regluliga sigling millum Skotland og Runavíkar Havn. Nýggja farleiðin fer vónandi at bera seg væl til fyrimunar fyri bæði útflutnings- og innflutningsfyritøkur. Og harvið eisini fyri gerandisdagin hjá føroyingum. Vit her á fjørðinum stórfegnast um, at Samskip heldur til í okkara øki og skapar arbeiðspláss, vøkstur og betri livikor.
Hjartaliga tillukku Samskip og bestu eydnu ynskist tykkum við nýggju farleiðini.
EYSTUROYINGUR OG HEIÐABÁTURIN
Tað verður arbeitt á øllum frontum her á Skálafjørðinum. Í kjalarvørrinum á stóru søgunum um stóru skipini á Skálafjørðinum hevur kappróðrarfelagið NSÍ kunngjørt, at ikki minni enn tveir nýggir kappróðrarbátar verða smíðaðir til komandi kapprógvingarár. Ætlanin er aftur fáa 10-mannafarið Eysturoying til heiður og æru, og hava stigtakararnir ikki hildið aftur við ambitiónunum. Ætlanin er at geva hinum 10-mannaførunum skarpan gang. Ongin minni enn okkara lokali framúr bátabyggjari Sámal Hansen skal loysa uppgávuna, sum hann so mangan hevur gjørt til lítar.
Og so verður nýtt 8-mannafar eisini smíðað. Helst við heitinum Heiðabáturin. Nýggi stásiligi timburhandilin Borg er karmur um hesa ætlan, har tey mongu, sum støkka inn á gólvið fegnast um, at aldargamla føroyska handverkið bátabygging livir sítt fríska lív. Vinnulívsmaðurin Rodmundur Nielsen hevur ongantíð sovið tíðina burtur, og sum tann framburðsmaður, hann er, hevur hann við sínum brennandi áhuga fyri bátum og bátabygging tikið stig til hetta einastandandi uppfinnilsið alla tíðina at hava ein nýggjan føroyskan bát í bygging inni á gólvinum í Borg. Tað er kollfirðingurin Terji Reinert Jacobsen við ílegum av Glyvrum, sum er dugnaligi bátabyggjarin.
Kappróðrarfelagið var heppið at seta Janus Knudsen sum oddamann í felagnum. Janus kennir um nakar til bransjuna, tí sjálvur er hann trolarareiðari umframt at hann saman við Rodmundi eigur fleiri føroyskar bátar.
Hjartaliga tillukku Kappróðarfelagið NSÍ og øll tit, sum taka stór tøk fyri kappróðurin.
BAKKAFROST, NAVIGARE, SAMSKIP, VARÐIN, KAPPRÓÐRARFELAGIÐ
Tað er gott, at Skálafjørðurin bæði er langur, víður og góð skipahavn. Tí við tíðini er Skálafjørðurin vorðin heimstaður hjá stórum reiðaríum umframt skipasmiðjum, smiðjum, verkstøðum og alskyns serkønum veitarum. Bakkafrost eigur størsta flotan í landinum. Og Navigare man liggja væl fyri í svinginum eftirfylgjandi. Og her er talan um fjølbroytt virksemi. Aling, altjóða skipavinnu, farmavinnu, fiskivinnu og so kappróður.
Og so kunnu vit spyrja hví. Hví dregur Skálafjørðurin alt hetta virksemið til sín sum ein magnetur. Sjálvandi er Fjørðurin besta náttúruhavn í landinum. Men…
RUNAVÍKAR KOMMUNA
Nú hava tíðindamiðlar í nakrar dagar varpað ljós á skuldarloftið og Runavíkar kommunu. Sum borgari í Runavíkar kommunu stórfegnist eg um eina sera virkna kommunu, har alt, sum stendur í hennara makt, verður gjørt fyri at betra um undirstøðukervið á flestu mótum. Við havnalagið, har støðugt verður lagt nógv fyri at betra um bryggjukantin og atknýttar hentleikar. Á ítróttar- og mentanarøkinum, har vit millum annað nú hava prýðiligastu svimjihøll í landinum. Innan bústaðarbygging eru megnar stig tikin at bøta um atkomuna hjá nýggjum familjum til grundstykkir. Og fyri framman stendur glæsilig skúlabygging á skránni, so tað við áhaldandi fólkavøkstrinum skal bera til at húsa øllum teimum nýggju familjunum, sum vónandi fara at setast niður her í økinum.
Fyri at hýsa og rúma stóru menningini á so nógvum økjum her í kommununi er tvingandi neyðugt hjá Runavíkar kommunu at fylgja við og gera allar neyðugar løgur. Tað er onki mál í sær sjálvum at seta skattapengarnar inn á eina bankakontu fyri at minka burtur í inflatión við tí avleiðing, at framfýsin fólk og fyritøkur ikki sleppa víðari við sínum ætlanum vegna vantandi útbyggingar.
Tí fegnist eg um førda politikkin hjá farnum og sitandi kommunupolitikkarum. Takk fái tit fyri, at tit hava gjørt tað møguligt hjá fólki og fyritøkum at seta seg niður her á staðnum at skapa arbeiðspláss, menning og vøkstur okkum øllum at frama. Vónandi halda tit fram á somu kós.










