Fyri fyrstu ferð í 24 dystum í hesum kappingarárinum fekk landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen reyða kortið.
Hetta hendi leygardagin, tá Piteå á heimavølli tapti 0-1 fyri Eskilstuna.
Tá ein hálvur tími var leiktur legði útiliðið seg á odda 1-0. Klokkan vísti 71 minuttir, tá Ásla Johannesen fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var rikin av vøllinum.
Ásla og liðfelagarnir kunnu tó ugga seg við, at Växjö á næstaftasta plássinum megnaði bert 1-1 móti Rosengård, og er Piteå á 27 stigum heili átta stig frammanfyri Växjö nú bert tveir dystir eru eftir at leika. Tískil er staðfest, at Piteå sleppur undan beinleiðis niðurflyting.
Piteå hevur fýra stig niður til IFK Norrköping, ið er á triðaftasta plássinum sum merkir tveir upp- og niðurflytingardystir móti triðfremsta liðnum í næstbestu deildini.
Í næstseinasta dystinum komandi leygardag klokkan 12 á útivølli móti Malmö má Piteå klára seg uttan Áslu.
Mánadagin klokkan 17 kunnu Jóhanna Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í BK Häcken staðfesta meistaraheitið við heimasigri á Kristianstad. Häcken er átta stig frammanfyri Hammarby nú tríggir dystir eru eftir at spæla.