info
Ongi úrslit

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

Donald Trump kravdi tíggju milliardir dollarar í endurgjaldi fyri eina grein um eina føðingardagsheilsan til Jeffrey Epstein. Nú er rættarmálið avvíst.

© Democrats On The House Oversight/Reuters
Føðingardagsheilsanin til Jeffrey Epstein, sum Donald Trump sambært Wall Street Journal skal hava skrivað í 2003. Trump noktar fyri at hava sent kortið og fyri, at undirskriftin er hansara. (Savnsmynd).
Eirikur Lindenskov
1. november 2026 kl. 01:17

Ein samveldisdómari í USA hevur víst einum ærumeiðingarmáli frá sær, sum forsetin Donald Trump hevði reist móti Wall Street Journal og útgevaranum Rupert Murdoch.

Tað skriva tíðindastovurnar Reuters og AFP.

Trump kravdi tíggju milliardir dollarar í endurgjaldi fyri eina grein um, at hann í 2003 skuldi hava sent dømda kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein eina føðingardagsheilsan.

Heilsanin er skrivað á eina tekning av einari naknari kvinnu, har kynshárini tykjast vera formað sum navnið »Donald«.

Trump hevur staðiliga noktað fyri at hava sent kortið.

Advokatar hansara halda, at greinin er ærumeiðandi. Men dómarin Darrin Gayles gav teimum ikki viðhald.

Trump og advokatar hansara halda eisini, at blaðið átti at slept greinini, eftir at forsetin hevði noktað fyri at hava havt nakað við Epstein at gera. Sambært Reuters staðfestir dómarin tó, at hetta stríðir móti ásetingunum í grundlógini um tíðindafrælsi.

Dómarin vísir eisini á, at Wall Street Journal kannaði málið gjølla, og at journalistarnir royndu at fáa viðmerkingar frá Trump og øðrum embætisfólkum, áðrenn greinin varð prentað.

Darrin Gayles vísti eisini einari fyrru útgávu av málinum frá sær í apríl. Leygardagin gjørdi hann samstundis av, at Trump ikki kann lata inn enn eina broytta útgávu av søksmálinum, skrivar AFP.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

1 tími síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

2 tímar síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

2 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

3 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

4 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

5 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

5 tímar síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

5 tímar síðan