Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu í kvøld í N1-høllini á Liðarenda í Reykjavík í málríkum dysti 40-37 á Afturelding. Í steðginum var Valur á odda 19-18.
Allan skoraði níggju mál upp á 11 málroyndir, og hann var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Bjarni skoraði sjey má upp á 10 málroyndir, og var triðbesti málskjúttin hjá Vali. Bjarni legði eisini upp til fýra mál. Føroysku leikararnir stóðu sostatt fyri 20 málstigum hjá Vali í kvøld.
Talan var um fimta sigurin á rað hjá Vali, ið er næstfremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 14 stigum. Haukar eru fremst við 18 stigum.
Í morgin klokkan 13.30 spælir liðið hjá Tóka Fríðrikssyni og Jóhannes Bjørgvin, Stjarnan dyst á útivølli móti ÍBV. Klokkan 18 spæla Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir í HK dyst á heimavølli móti Selfossi.