Í dag skrivaði NSÍ søgu

Kvinnur: Fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevur NSÍ í dag vunnið greipuna í aðrari av fremstu deildunum

Í dag gekk tað ikki akkurát soleiðis, sum tær í NSÍ høvdu ætlað. Tær vóru í Sarpugerði, har punktum varð sett fyri hetta kappingarárið. Víkingur vann 3-2. Sigursmálið skoraði heimaliðið í tíðini, sum dómarin legði aftrat.

 

Tá ið síðsta bríksl ljóðaði, var tað skjótt, at iðranin, um at tær taptu í dag, var burtur, og tað var fagnaður millum spælarar og stóru fjøldina, sum var í ferðalagnum av Skálafjørðinum og inn um Gøtueið.

 

Kappingarárið hevur verið gott, og FM endaspælið var framúr. Undan dagsins dysti hevði NSÍ vunnið fulla úrtøku í fýra dystum og spælt ein javnt. Tað var nóg mikið til at vinna FM. Fyri stuttum vann NSÍ steypafinaluna ímóti Víkingi. Tað ber við sær, at NSÍ kvinnurnar eru greipuvinnarar, og tað er søguligt. Tí tað er fyrsta ferðin yvirhøvur, at felag hjá NSÍ í aðrari av bestu deildunum hevur vunnið bæði FM og steypakappingina.

 

Í dag var tað Helga Mikkelsen, sum í sætta minutti og av brotstegarmarkinum legði NSÍ á odda 1-0. Men undan hvíldini bæði javnaði Víkingur og legði seg á odda. Málskjúttar vóru Lea Lisberg í 17. minutti og Jensa Tórolvsdóttir í 36. minutti.

 

Níggju minuttir eftir steðgin javnaði NSÍ til 2-2. Málskjútti var Rúna Olsen, og so gekk tað javnt á. Báðir partar spældu fyri at vinna fulla úrtøku. Víkingur vann fleiri hornaspørk, og Víkingur hevði fleiri góðar málmøguleikar. Og so var, tá ið klokkan var farin út um vanligu leiktíðina, at Víkingur skoraði 3-2 sigursmálið. Lea Lisberg varð tvífaldur málskjútti, og Jensa Tórolvsdóttir átti uppleggið.

 

Í Gundadali vann KÍ sannførandi 4-1 sigur eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Eyvør Klakstein var tvífaldur málskjútti, og hini KÍ málini skoraðu Tórunn Højgaard Joensen og Malena Olsen. Sunniva Willemoes minkaði um munin til 3-1.

 

NSÍ og KÍ endaðu við 46 stigum, men NSÍ er meistari, tí málmunurin hjá NSÍ +93, meðan málmunurin hjá KÍ er +84.

 

##med2##

 

NSÍ64111132046
6402951146
Víkingur6222811743
HB6015612927