– Í løtuni er IDF í hægsta alarmtilbúgvingarstøði og fyrireikar seg upp á allar møguligar støður, sigur hann í fráboðan.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði mikudagin, at Iran annaðhvørt má undirskriva eina avtalu við USA – ella verða fleiri álop framd.
– Vit hava rakt teir hart. Men tað kann verða, at vit noyðast at raka teir uppaftur harðari, segði Trump.
Sambært Trump eru samráðingarnar við Iran um eina friðaravtalu nú í endaspurtinum. Samstundis ávaraði hann um nýggj álop, um Iran ikki góðtekur eina avtalu, sum forðar landinum í at menna kjarnorkuvápn.
Iran og USA hava leingi sent uppskot fram og aftur, men higartil er eingin semja fingin í lag – serliga um kjarnorkuspurningin.
Iranska kollveltingarhirðin hevur ávarað um, at kríggið kann breiða seg út um Miðeystri, um USA og Ísrael byrja nýggj álop.
Vápnahvíld hevur verið millum partarnar síðani 8. apríl.











