Sandnes ULF tapti fyri botnproppinum á útivølli

Tað eydnaðist ikki Gullbrandi Øregaard, Olafi Bárðarsyni og hinum í Sandnes ULF at fáa úrtøku í kvøld

 

 

 

Myndir: Sandnes ULF

Gullbrandur í Horni Øregaard var sum vant liðskipari, og Olaf Bárðarson spældi seinasta hálva tíman, tá Sandnes ULF spældi dyst á útivølli móti Åsane í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Åsane liggur aftast í deildini, og tí vóru vónirnar ikki sørar hjá Sandnes at fáa stig í kvøld. Men soleiðis gekk ikki. Åsane vann dystin 2-0. Heimaliðið skoraði fyrra málið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki, og teir skoraðu seinna málið í yvirtíðini í seinna hálvleiki. Tað hjálpti ikki Sandnes, at Kaloyan Kalinov Kostadinov fekk reyða kortið, tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Sandnes er nummar 11 í deildini við sjey stigum. Teir eru bert trý stig frammanfyri gamla liðnum hjá Hera Hjalt Mohr, Strømmen, ið er næstaftast við fýra stigum. 

 

Annan hvítusunnudag klokkan 16 kemur Sogndal á vitjan á Øster Hus Arena leikvøllinum í Sandnes. 

 

 

 

Myndir: Sandnes ULF