Krøyer-málningur seldur fyri metupphædd

Ein sjálvsmynd hjá danska listamálaranum P.S. Krøyer setti týsdagin heimsmet á uppboðssølu í New York.

Málningurin, sum eitur “Selvportræt, siddende ved staffeliet på Skagen strand” frá 1902, varð seldur fyri 1,29 milliónir dollarar – svarandi til umleið 8,3 milliónir krónur.

Tað er hægsta upphæddin, sum nakrantíð er goldin fyri ein Krøyer-málning, skrivar Dagbladet Børsen.

Málningurin varð seldur hjá altjóða uppboðshúsinum Phillips og var frammanundan mettur at verða verdur millum tvær og tríggjar milliónir krónur.

– Nýtt heimsmet er ikki gerandiskostur, sigur Kirsten MacDonald, sum er økisstjóri hjá Phillips í Skandinavia.

P.S. Krøyer livdi frá 1851 til 1909 og var ein av kendastu Skagensmálarunum í Danmark. Hann er serliga kendur fyri sínar ljósu strandarmyndir úr Skagen.

 

##med2##