Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg Aarhus hava fyrimunin í hálvfinaluuppgerðini móti Óla Mittún og hansara liðfeløgum í GOG í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Aftaná 2 x 5 minuttirs longda leiktíð vann Skanderborg Aarhus í Djurslands Bank Arena frammanfyri 2.905 áskoðarum 38-35 á GOG í fyrstu hálvfinaluni. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 32-32.
Í steðginum var GOG á odda 19-15, men heimaliðið fekk arbeitt seg innaftur í dystin, og í yvirtíðini var Skanderborg-Aarhus omaná.
Jóhan skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir. Óli skoraði fýra mál upp á níggju málroyndir, og hann legði upp til fimm mál (assist).
Liðini hittast aftur í Svendborg Arena leygarkvøldið klokkan 18, har GOG eru pískaðir at vinna, um teir skulu halda lív í finaluvónini.
TV2 Sport vísir dystin.











