Kirkjuliga Heimamissiónin fær nýggjan fíggjarleiðara

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Eyðhild S. Dam Hansen í starv sum fíggjarleiðari frá 1. januar 2026. 

 

Hon hevur síðani august arbeitt ein dag um vikuna á skrivstovuni, har hon hevur hjálpt við bókhaldi, roknskapi og øðrum rakstraruppgávum.

 

Nú er hon sett í starv hálva tíð og verður ein fastur partur av starvsfólkahópinum og dagligu leiðsluni.

 

Hetta skrivar trubodin.fo millum annað.