Sunnudagin leiktu Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel dyst á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Dysturin var á útivølli móti Tønder.
Undan dystin hevði Vendsyssel bert tvey stig fyri fýra dystir, men ígjár vístu teir seg frá teirra bestu síðu.
Vendsyssel vann greiðan 31-23 sigur á Tønder. Vendsyssel legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og var á odda 14-8 í steðginum.
Kjartan var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Vendsyssel. Rasmus Hedegaard Carlsen var toppskjútti við 10 málum.
Vendsyssel er nummar níggju í deildini við fýra stigum fyri fimm dystir.
Komandi leygardag klokkan 14 verður føroyingauppgerð. Tá taka Kjartan og liðfelagarnir móti Paula Mittún, Pæturi Mikkjalssyni og liðfeløgum teirra í Team Sydhavsøerne.