Løgmaður lut­tek­ur á stór­um ev­rop­isk­um topp­fundi í Keyp­manna­havn

Hósdagin 2. oktober verður løgmaður fyri fyrstu ferð við á toppfundi í European Political Community (EPC). 

EPC er eitt óformligt samstarv millum øll samsint lond í Evropa, sum varð sett á stovn eftir russiska álopið á Ukraina í 2022. 

 

“Hetta er fyrstu ferð, at vit luttaka, og talan er um er eitt týðandi samstarv - ikki minst í spentu støðuni í løtuni. Vit fáa fleiri høvi at bera føroysku sjónarmiðini fram og vísa á, hvat Føroyar hava tørv á og kunnu hjálpa við”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.  

 

Hetta er sjeyndi ferð, at EPC-toppfundur er, og hesa ferð er Danmark vertur fyri fundinum, sum  verður hildin í Keypmannahavn. Fleiri enn 47 evropeisk lond luttaka.

 

Evnini á fundinum eru:

 

  • Hvussu Ukraina kann styrkjast
  • Trygdarstøðan í Evropa sum heild
  • Hvussu Evropa kann gerast sterkari og tryggari í eini nýggjari geopolitiskari støðu

 

Haraftrat luttekur løgmaður á pallborðsfundi um búskaparliga trygd í Evropa, og hvussu Evropa kann gerast meira sjálvberandi. Løgmaður fer at leggja dent á føroyska leiklutin í sambandi við matvørutrygd.

 

”Evropa má standa saman og í størri mun gerast sjálvberandi – eisini tá tað kemur til matvørur. Sum ein stórhavstjóð, ið útflytur túsundtals tons av dygdargóðum proteinum, eru Føroyar ein álítandi og týðandi viðleikari í arbeiðinum at tryggja Evropa matvørur, eisini um heimsstøðan gerst spentari", sigur løgmaður.