Herfyri fór streyurin í Suðuroynni.
Nú skrivar SEV eina frágreiðing á sev.fo, um hví streymurin fór, og sagt verður soleiðis:
Orsøkin til streymslitið í Suðuroy mánadagin 22. septembur var, at streymveitingin til battarístøðina á Porkerishálsi koblaði frá. Av tí at vit bara koyrdu við vindi tá, viðførdi hetta, at frekvensur og spenningur á oynni fullu.
Neyðugt varð at taka skipanina úr rakstri, og hetta var orsøkin til streymslitið.