Kunnu nú søkja pláss í íverksetarahúsinum í Sandavági

Leygardagin verður opið hús í Haraldsstovuhandilinum í samband við at Vága kommuna nú letur upp fyri umsóknum um innivist í Íverksetarahúsinum í Haraldsstovu í Sandavági

Vága kommuna skrivar, at fimm arbeiðspláss eru ætlað íverksetarum og fyritøkum í hugskots-, stovnunar- ella menningarstigi.

 

Endamálið við íverksetarahúsinum er at skapa eitt livandi arbeiðs- og menningarumhvørvi, har íverksetarar kunnu arbeiða, hittast, deila vitan og fáa sparring til at menna síni hugskot.

 

Tey, sum fáa innivist, fáa fast arbeiðspláss og atgongd til internet, printara, fundarhøli, felags køk, postadressu og aðrar felags hentleikar. Leigugjaldið fyri fast arbeiðspláss er 1.000 krónur um mánaðin.

 

Harumframt er eisini drop-in arbeiðspláss til teirra, sum hava tørv á arbeiðsplássi í styttri tíðarskeið. Ein dagur kostar 300 krónur, meðan eitt klippikort við tíggju døgum kostar 750 krónur. Lesandi kunnu nýta arbeiðsplássini ókeypis.

 

Øll við einum vinnuligum hugskoti ella virksemi innan íverksetan kunnu søkja. Umsóknirnar verða mettar við støði í endamálinum við húsinum og eftir fakligum og praktiskum viðurskiftum. Umsóknirnar verða vðgjørdar leypandi.

 

Les meira um íverksetarahúsið her.

 

Umsóknarblað eru at finna við at klikkja á her.