Starvsfólk, sum eru knýtt at bæði søvnum og kommunalum felagsskapum, ið hava tilknýti til víkingatíð, vitjaðu í farnu viku í Eysturkommunu.
- Undir vitjanini, sum er ein afturvendandi ráðstevna hjá felagsskapinum, Destination Viking Association, fingu vit møguleika at vísa ymiskt av tí, sum er sermerkt fyri okkara kommunu.
Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at vitjanin gekk sera væl. Nú eru enn tættari bond knýtt at søvnum og felagsskapum rundan um okkum.
- Hesi kunnu geva okkum bæði íblástur og ítøkiliga hjálp í arbeiðinum at menna okkara øki til eitt dygdargott ferðavinnumál - til gangs fyri bæði borgarar og ferðafólk, verður sagt.