info
Ongi úrslit

Liðið hjá Hákuni vann seg eisini í fjórðingsfinalurnar

Füchse Berlin vann ein samlaðan 10-málssigur á Kadetten úr Sveis

Heri Simonsen
2. apríl 2024 kl. 22:15

Liðið hjá Hákuni West av Teigum,  Füchse Berlin hevur eins og liðið hjá Óla Mittún, Sävehof, og liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í EHF European League.

Füchse Berlin vann í kvøld 34-28 á Kadetten Schaffhausen úr Sveis. Füchse Berlin vann fyrra dystin 32-28 (16-15), og vann Füchse Berlin sostatt ein samlaðan 66-56 áttandapartsfinalusigur.

Füchse Berlin møtir franska liðnum, Nantes í fjórðingsfinalunum. Í hinari fjórðingsfinaluni fáa Óla og Jóhan høvið at hittast, tá Sävehof og Flensburg-Handewitt møtast.

Sävehof hevur heimadyst týsdagin, 23. apríl, og Flensburg hevur heimadyst týsdagin, 30. apríl.

Füchse Berlin spælir heimadyst móti Nantes týsdagin, 23. apríl, og útidyst eina viku seinni. 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

24 minuttir síðan
Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

56 minuttir síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

7 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

8 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

8 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

8 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

9 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

9 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

9 tímar síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

10 tímar síðan