Í Sparekassen Thy Arena eydnaðist tað liðnum hjá Magnusi Árasyni í dysti í innleiðandi bólki H í EHF European League at vinna 36-33 á liðnum hjá Bjarna í Selvindi (myndin) og Allani Norðberg, Vali. Í steðginum var Mors-Thy á odda 16-15.
Magnus skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir. Bjarni syrgdi fyri 10 málstigum. Hann skoraði fimm mál upp á átta málroyndir, og hann legði upp til fimm mál. Allan skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.