Føroyingauppgerð var í innleiðandi bólki H í EHF European League í kvøld.
Í Sparekassen Thy Arena eydnaðist tað liðnum hjá Magnusi Árasyni (myndin) at vinna 36-33 á liðnum hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Vali. Í steðginum var Mors-Thy á odda 16-15.
Magnus skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir. Bjarni syrgdi fyri 10 málstigum. Hann skoraði fimm mál upp á átta málroyndir, og hann legði upp til fimm mál. Allan skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.
Nú bert eitt umfar er eftir er Slovan Ljubljana langt fremst í bólkinum við 10 stigum, og hava teir vunnið bólkin. Valur og Mors-Thy hava fýra stig hvør, men Valur hevur munandi betri málmun. Valur hevur málmunin pluss seks, meðan Mors-Thy hevur málmunin minus 23. Valur vann 39-28 á Mors-Thy í Reykjavík, og er tí eisini betri í innanhýsis uppgerðunum.
Í seinasta umfarinum komandi týsdag klokkan 17.45 hevur Valur dyst á heimavølli móti Slovan Ljubljana. Somu klokkutíð spælir Mors-Thy dyst á útivølli móti Tatabanya í Ungarn. Tatabanya er aftast í bólkinum við tveimum stigum.
Valur er í tí hepnu støðu, at teir eru eisini betri innanhýsis móti Tatabanya. Valur vann 38-34 á Tatabanya í Reykjavík, meðan teir taptu tepurt 28-29 í Ungarn. Tí kemur Valur at standa seg um Tatabanya vinnur á Mors-Thy.
Magnus og liðfelagarnir skulu bara syrgja fyri at vinna á Tatabanya, og so vóna, at Valur ikki fær fult móti Slovan Ljubljana. So vinnur Mors-Thy seg víðari í kappingini.