Maður datt úr stiga á Húsareyni

- Sjúkrabilur varð sendur á staðið og maðurin, sum í fallinum sló andlitið í, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, sigur løgreglan.

Um 11-tíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt arbeiðsóhapp, har ein maður, sum arbeiddi fyri Net, kom illa fyri.

 

Talan var um ein undirveitara, sum gjørdi uppgávur fyri Net.

 

- Maðurin arbeiddi upp á eina mastur nærindis Húsareyni, tá hann datt niður úr stiganum, hann stóð í.

 

Vaktleiðarin visti ikki at siga í morgun, hvussu høgt fallið var, men í fallinum sló maðurin andlitið í.

 

- Sjúkrabilur varð sendur á staðið, og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

 

Løgreglan sigur,  at Arbeiðseftirlitið kom eisini á staðið, men enn er eingin niðurstøða gjørd um, hví óhappið hendi.

 

- At síggja til var hetta eitt hendiligt óhapp, men málið verður kannað, visti vaktleiðarin at siga í morgun.