Martin og liðfelagarnir taptu toppuppgerð á heimavølli

Aarhus Fremad er nú níggju stig frá oddinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

U21-landsliðsleikarin, Martin Agnarsson var við frá dystarbyrjan, tá Aarhus Fremad tók ímóti Middelfart á heimavølli í Riisvangen í Aarhus.

 

Martin og liðfelagarnir máttu lúta 1-2 fyri Middelfart, og nú hevur Aarhus Fremad sama stigatal á triðja plássinum, sum Middelfart hevur á øðrum plássinum, nevniliga 22 stig.

 

Fremad Amager er greitt oddalið í deildini við 31 stigum.

 

Tað var ikki nógv meira enn ein hálvur tími leiktur, so var Aarhus Fremad aftanfyri 0-2. Anders Holvad minkaði um munin til 1-2 í 59. minutti, men nærri kom Aarhus Fremad ikki.

 

Martin og liðfelagarnir hava bert fýra eftir at leika undan vetrarsteðginum. Komandi leygardag klokkan 12 spæla teir móti Ishøj á útivølli. Eftir tað eru dystir á skránni leygardagarnar 2., 9. og 16. november. Kappingin verður tikin uppaftur 8. mars.