Í dag kom stjórnin hjá Giorgiu Meloni upp á 1.413 samanhangandi dagar við valdið í Italia. Harvið fór hon fram um aðru stjórnina hjá Silvio Berlusconi, sum sat í 1.412 dagar.
Metið er serliga merkisvert í einum landi, sum er kent fyri politiskan óstøðugleika og skiftandi stjórnir. Italia hevur havt 68 stjórnir seinastu umleið 80 árini.
Meloni gjørdist forsætisráðfrúa 22. oktober 2022, eftir at høgrasamgongan vann tjóðartingsvalið. Hon er samstundis fyrsta kvinnan, sum hevur verið stjórnarleiðari í Italia.
Sambært World Visualized hevur tíðarskeiðið við Meloni verið merkt av størri politiskum støðufesti og strangari fíggjarpolitikki. Talið av fólki í arbeiði er vaksið við umleið 1,2 milliónum, meðan arbeiðsloysið er komið niður um seks prosent.
Eisini talið av óregluligum tilflytarum, sum koma til Italia, er minkað munandi. Í 2023 vóru 157.651 skrásettar komur, meðan talið í 2025 var 66.316.
Men hóast nýggja metið er politiska framtíðin ikki uttan óvissu. Greinarar hava víst á, at avmarkað framgongd hevur verið við grundleggjandi bygnaðarbroytingum, og at valið í 2027 kann geva einum meira sundurbýttum tjóðartingi.
Meloni hevur nú metið fyri eina einstaka samanhangandi stjórn, men Silvio Berlusconi hevur framvegis metið sum tann italski forsætisráðharrin, ið samanlagt hevur sitið longst. Hann var stjórnarleiðari í fýra umførum og sat tilsamans í umleið níggju ár.
Tær longst sitandi stjórnirnar síðan 1943
Meloni er nú fremst við 1.413 døgum. Síðani koma Berlusconi II við 1.412 døgum, Berlusconi IV við 1.288, Craxi I við 1.093 og Renzi I við 1.024 døgum.
Keldur: Italska senatið, Reuters og World Visualized.










