Norðkraft á palli fyri fyrstu ferð

Tíggju ár eftir fyrstu upptøkuna fer føroyski rokkbólkurin Norðkraft á pall fyri fyrstu ferð. Tað verður á Ljósfest í Vági í kvøld.

Søgan um Norðkraft byrjaði í 2016, tá Edmund Jacobsen, sum er kendur sum sangari í Chase, og gittarleikarin Mikkjal Hvannastein hittust í upptøkuhølinum hjá Mikkjali í Klaksvík. Har tóku teir staklagið »Gloym Meg« upp.

 

Síðani hevur Norðkraft fyrst og fremst verið ein upptøkuverkætlan. Bólkurin hevur givið út fleiri stakløg, teirra millum »Skít! Líka Mikid!!«, »Betur Enn Ongin«, »Marianna«, »Lap Dance Boogie«, »Gloym Meg« og »Heim frá Amerika«.

 

Men í kvøld verður Norðkraft fyri fyrstu ferð ein pallbólkur, tá teir spæla á Ljósfest í Vági.

 

Konsertin verður samstundis eitt slag av tíggju ára hátíðarhaldi fyri bólkin.

 

Norðkraft spælir harðan og melodiskan rokk við føroyskum tekstum. Klassiskur harður rokkur verður blandaður við punkkendum strofum og nýggjari íblástri.

 

Á pallinum verða Edmund Jacobsen á sangi, Mikkjal Hvannastein á gittara, Kristoffer Mørkøre á bassi og James Olsen á trummum.

 

Talan er um royndar tónleikarar. James Olsen spældi eisini trummur í Chase saman við Edmundi Jacobsen, meðan Kristoffer Mørkøre hevur drúgvar royndir sum bassleikari, tónleikaframleiðari og ljóðtøkningur.

 

Á skránni í kvøld verða bæði løg hjá Norðkraft og fleiri av kendastu løgunum hjá Chase.

 

Konsertin á Ljósfest verður sostatt bæði tíggju ára hátíðarhald og ein nýggj byrjan hjá Norðkraft.