Nú er tungi burðurin gloymdur

Eftir 102 ár er ein tíð lokin á Landssjúkrahúsinum.

Týsdagin flutti føðideildin úr gomlu hølunum á Alexandrines Hospitali og inn í nýggju og ljósu hølini í H-bygninginum. Flytingin hevur verið leingi ávegis, og bæði starvsfólk og leiðsla fegnast um, at nýggja deildin loksins er veruleiki.

 

Men tá ið starvsfólkini fóru úr gomlu deildini, tóku tey eisini ein serligan part av søguni við sær. Á einum stórum kalendara standa nøvnini á øllum børnunum, sum eru fødd á deildini í ár – og tey eru longu farin at nærkast 200.

 

Í Sosialinum greiða starvsfólk frá stóra flytingardegnum, nýggju umstøðunum og broytingunum, sum hava verið á føðideildini gjøgnum árini. Vit hitta eisini ein av teimum seinastu nýføðingunum, sum kom í verðina í gomlu hølunum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

Les alla søguna í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.