Nú skal Vest­er­gaard greiða frá eftir­sleipi­num hjá Landsverki

Landsstýrismaðurin, ið varðar av samferðsluni, skal nú greiða frá, hvussu stórt eftirsleipið er

Tað er Grímur Sundstein, løgtingsmaður, sum hevur sett landsstýrismanninum við samferðslumálum, Jacob Vestergaard, ein grein 52a fyrispurning um eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hvussu stórt er eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum hjá landinum í 2026?

2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið at bøta um eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervinum?

Í viðmerking til spurningin vísir løgtingsmaðurin á, at tað er Landsverk, varðar av vega-, havna- og byggiharrauppgávum, og skulu tryggja, at karmarnir fyri ferðslu og virksemi eru nøktandi, tryggir og samanhangandi.

– Landsverk hevur í nógv ár boðað frá, at játtanin til viðlíkahald er alt ov lág. Játtanin er minkað, sjálvt um kostnaðarstøðið er hækkað, nýggir landsvegir eru gjørdir, og ferðslan økist støðugt. Eisini eru størri dygdarkrøv og trygdarkrøv til dagsins ferðslu, sigur Grímur Sundstein.

– Hetta hevur gingið út yvir viðlíkahaldið av føroyska vegakervinum, herímillum tunlar og brýr, sigur hann.

– Samlaða eftirsleipið av viðlíkahaldinum av undirstøðukervi landsins varð í 2018 mett til at vera umleið 375 mió. kr. Hetta er samlaði tørvurin á játtan til umvælingar, viðlíkahald og dagføring av vegum, tunlum, brúm og annað.

– Landsverk hevur rópt varskó um vegakervið og víst á, at m.a. brúgvin um Streymin og brúgvin um Fjarðará í Skálafirði eru í so ringum standi nú, at Landsverk hevur sett avmarkingar á ferðsluna á hesi farleið, sigur løgtingsmaðurin.

Hann vísir á, at í fíggjarlógini fyri 2026 stendur, at Landsverk arbeiðir í løtuni við at dagføra metingina av eftirsleipinum.

– Fyri at fáa greiðu á, hvør støðan er við eftirsleipinum av viðlíkahaldinum av undirstøðukervi landsins, og hvørjar ætlanin landsstýrið hevur at bøta um hesi viðurskifti, verða hesir spurningar settir, sigur Grímur Sundstein í grein 52a fyrispurninginum til landsstýrismannin.