SMS: Kyndil vann trivaligan sigur á VÍF í Vestmanna

Vestmannakvinnur vóru fyri sínum fyrsta tapi hetta kappingarárið

Tíðliga seinnapartin var ein dystur leiktur í SMS-deildini í høllini í Vestmanna, har VÍF tók móti Kyndli. Undan dagsins dysti høvdu bæði liðini fult stigatal.

 

Tað endaði við einum trivaligum 28-19 sigri til Kyndil. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 13-10. Tá 41 minuttir vóru leiktir vóru kyndilskvinnur frammanfyri 19-12, og tær hildu fast restina av dystinum.

 

Rakul Borgarlíð Joensen og Fríða Nolsøe Olsen vóru toppskjúttar hjá VÍF við fýra málum hvør. Sum so ofta áður var Turið Arge Samuelsen toppskjútti hjá Kyndli. Í dag við heili 12 málum.

 

Klokkan 18 hittast Neistin og H71 í høllini á Hálsi í Havn.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum í Vestmanna:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil724814110714
H715173133408
StÍF6135145-106
VÍF410785226
Neistin5109116-75
EB7165213-483
Stjørnan5117171-542
VB5114164-500