Í fornfrøðiliga útgrevstrinum á Sondum á Sandi komu fólk frá Tjóðsavninum í vikuni fram á ein rúnarstein. Rúnarsteinurin lá í gólvinum í einum bygningi, sum er givin fram í fornfrøðiliga útgrevstrinum í summar.
Tað er sjáldsamt, at ein rúnarsteinur verður funnin í Føroyum. Fornfrøðingarnir á Tjóðsavninum halda seg kunna lesa nakrar av rúnunum, men fyri at fáa so nógva vitan sum gjørligt um rúnarsteinin, hava tey vent sær til ein rúnufrøðing, sum kemur til Føroyar síðst í august at kanna rúnarsteinin nærri.
Rúnarsteinurin er viðbrekin, nú hann er komin undan kavi, og fyri at verja rúnarsteinin, verður hann fluttur av grevstrinum á Tjóðsavnið.
Millum aðrar fornlutir, sum eru funnir í útgrevstrinum á Sondum í summar, eru brot av einari lítlari standmynd av Mariu moy við Jesusbarninum, og ein kola, sum er ein lítil lýsi- ella oljulampa.
Fornlutirnir kunnu hava samband við kristna trúgv og átrúnaðarligt virksemi á staðnum, og hildið verður, at bygningurin, ið er grivin fram, møguliga er eitt bønhús úr miðøld.
Bygningurin vendir eystur og vestur, og hevur inngongd í vesturendanum. Hesi byggilistarligu eyðkenni eru vanlig í miðaldarligum bønhúsum og kapellum. Føroysk dømi um eystur og vesturvend bønhús við inngongd í vesturendanum eru bønhúsið á Bønhúsbergi í Mykinesi, Bønhústoft í Leirvík og toftin niðri á Bakka á Velbastað.
Tjóðsavnið heldur fram við útgrevstrinum til síðst í august.
Sandingar og onnur áhugað eru vælkomin at vitja útgrevsturin, meðan arbeitt verður. Tá ið umstøðurnar loyva tí, greiða fornfrøðingarnir fegnir frá útgrevstrinum og teimum fornleivdum, sum eru komnar undan kavi. Vitjandi verða tó vinarliga biðin um ikki at fara niður í sjálvt grevstrarfeltið. Fornleivdirnar eru viðbreknar og kunnu lættliga fáa skaða.
Tjóðsavnið stendur fyri útgrevstrinum á Sondum á Sandi, sum verður gjørdur í samstarv við Aarhus Universitet og Moesgaard Museum. Fornfrøðilesandi frá Aarhus Universitet hava í summar og síðsta summar luttikið í útgrevstrinum sum liður í útbúgving teirra. Smyril Line stuðlaði ferðini.
##med2##
Maria og Jesusbarnið standmynd. Mynd: Helgi Michelsen
##med3##
Útgrevstrarfeltið á Sondum. Mynd: Helgi Michelsen













