Dagsins trivaligasti sigur. Soleiðis var tað, tá ið genturnar 17-18 ár kappaðust. Í fjør var Sílið suverenur FM vinnari. Manningin er tann sama í ár umborð á sigursvanda bátinum hjá Havnar Róðrarfelag, sum hon var í fjør, og norðoyastevnuróðrurin mundi vera staðfesting av, at tað vendir soleiðis nú, sum tað eisini gjørdi í fjør.
Sílið sprakk avstað, og tað var skjótt, at tað var ein bátslongd aftur til hinar bátarnar, og frjarstøðan vaks stútt og støðugt.
Kollur vann kappingina við Teklu úr Klaksvík um næstfremsta plássið. Tað vóru fleiri enn trý sekund frá Kolli og aftur til Teklu. Frá Kolli og fram til Sílið vóru tað 13,67 sekund.
Kellingin av Eiði var eina stóra bátslongd aftanfyri Teklu. Kellingin er bátur av Eiði. Talan er um Erlu Kongsdóttir, sum tey av Eiði hava leigað úr Fuglafirði.
|
1 |
Sílið (HR) |
05:55.38 |
+00.00 |
7 | ||
|
2 |
Kollur (KÍF) |
06:09.05 |
+13.67 |
6 | ||
|
3 |
Tekla (KRF) |
06:12.30 |
+16.92 |
5 | ||
|
4 |
Kellingin (ERF) |
06:15.23 |
+19.85 |
4 | ||
|
5 |
Spógvin (NSÍ) |
06:31.42 |
+36.04 |
3 | ||
|
6 |
Títlingur (HR) |
06:33.28 |
+37.90 |
2 |
rsf.fo











