SMS: Neistin vann greiðan sigur á EB

10 mál vóru á muni í høllini á Hálsi

Mynd: HSF

Fyrsti dysturin í SMS-deildini hetta kappingarárið var í kvøld leiktur í tí, sum nú verður nevnt: Høllin á Hálsi norður.

 

Neistin tók ímóti EB, og vunnu neistakvinnur greiðan 30-20 sigur. Í steðginum var Neistin á odda 12-8. 

 

Anna Sigrunardóttir Mikkelsen og Hervør Niclasen vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá Neistanum. Maria F. Stokholm var við átta málum toppskjútti hjá EB.

 

Í morgin klokkan 14 spæla Kyndil og Stjørnan í høllini á Hálsi. Sunnudagin klokkan 14 tekur StÍF móti VÍF í høllini á Skála. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Neistan og EB:

 

##med2##

 

Mynd: HSF