info
Ongi úrslit

Spyr um Føroyar eru klárar til Erasmus+ í 2028

Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinna, vil hava at vita, um Føroyar verða klárar at gerast partur av evropeisku Erasmus+-skipanini, tá nýggja skeiðið byrjar í 2028.

Eirikur Lindenskov
19. august 2026 kl. 20:22

Hon hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um føroyskan limaskap í Erasmus+.

Løgtingskvinnan spyr millum annað, hvørji ítøkilig átøk eru í gongd í miðfyrisitingini, og hvørji átøk enn mangla, um Føroyar skulu gerast partur av skipanini í 2028.

Hon vil eisini hava at vita, um nóg mikið av fíggjarligari og starvsfólkaligari orku er sett av til fyrireikingarnar, og um føroysku útbúgvingarstovnarnir eru klárir at taka ímóti útlendskum lesandi og starvsfólki og at senda føroysk lesandi og starvsfólk av landinum gjøgnum Erasmus+.

Erasmus+ er ein týðandi partur av evropeiska samstarvinum um útbúgving. Skipanin gevur lesandi, starvsfólki og útbúgvingarstovnum møguleika at taka lut í lestraruppihaldum, starvsfólkaskiftum og fakligum samstarvi tvørtur um landamørk.

Føroyar eru í dag ikki knýttar at Erasmus+ við atlimaskapi og hava tí ikki sama atgongd til skipanina sum londini, ið eru partur av henni.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjørg Brynhildardóttir Egholm á, at Føroyar tvær ferðir hava boðað ES frá, at vit vilja gerast partur av Erasmus+.

Hon heldur, at atlimaskapur hevur stóran týdning, um Føroyar skulu mennast sum lestrarland.

– Tað verður bæði lættari hjá føroyskum lesandi og starvsfólki at fáa altjóða royndir og hjá føroysku útbúgvingarstovnunum at taka ímóti lesandi og starvsfólki úr øðrum londum, skrivar hon.

Núverandi Erasmus+-skeið er frá 2021 til 2027, og eitt nýtt skeið byrjar í 2028. Tí heldur løgtingskvinnan, at tað er umráðandi, at neyðugu politisku, umsitingarligu og fíggjarligu fyrireikingarnar verða gjørdar í góðari tíð.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

48 minuttir síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

1 tími síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

1 tími síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

4 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

4 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

5 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

5 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

6 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

8 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

8 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

8 tímar síðan