Tað var ein vinnari í ólavsøkuróðrinum, og tað var ein annar vinnari í FM kappingini.
Fyri triðju ferð á rað var tað Strálan av Strondum, sum vann, og í dag var talan um trivaligan sigur. Strálan var beinanvegin ein av avbjóðarunum at vinna, og sum stutti 902 metra teinurin leið, so varð tað alt meiri eyðsýnt, at í løtuni eru tað strandingar, sum eiga bestu manningina, tí Strálan var eina bátslongd undan teimum báðum bátunum, sum kappaðust um FM heitið.
Kappingin um FM heitið stóð millum báðar bátarnar úr Suðuroy. Froðbingur av Tvøroyri kappaðist við Smyril úr Vági.
Og tað var lítil spenningur um, hvør av hesum bátunum var stinnari í dag. Smyril úr Vági var ongantíð við í kappingini um fremsta plássið. Vágbingar megnaðu at vinna seg fram á triðja plássið, men Smyril var ongantíð av álvara við í kappingini við Froðbing og harvið FM heitið.
Froðbingur endaði næstfremst, og harvið vann Froðbingur FM heitið. Eitt sindur sjáldsamt er tað, at Froðbingur er FM vinnari við einum stevnusigri, meðan Smyril og Strálan hava vunnið tríggjar sigrar í part. Skipanin er, at tað er báturin, sum hevur flest stig, tá ið ólavsøkan er av, sum er meistari, og stigatalvan sigur, at tað er Froðbingur, sum er meistari í 2026.
| 1 | Strálan (Strálan) | 04:45.06 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Froðbingur (FSR) | 04:47.15 | +02.18 | 6 | ||
| 3 | Smyril (VK) | 04:50.00 | +04.88 | 5 | ||
| 4 | Sundabáturin (NHR) | 04:51.37 | +06.62 | 4 | ||
| 5 | Skúgvur (SÍF) | 04:52.36 | +07.60 | 3 | ||
| 6 | Kvívíksbáturin (KSR) | 05:04.41 | +19.70 | 2 | ||
| 7 | Víkingur (HR) | 05:07.35 | +22.58 | 1 | ||
| 8 | Páll Fangi (KRF) | 05:25.03 | +39.94 | 0 |
| 1 | Froðbingur (FSR) | 7 | 43 | ||
| 2 | Smyril (VK) | 7 | 41 | ||
| 3 | Strálan (Strálan) | 7 | 37 | ||
| 4 | Skúgvur (SÍF) | 7 | 27 | ||
| 5 | Sundabáturin (NHR) | 5 | 21 | ||
| 6 | Kvívíksbáturin (KSR) | 7 | 15 | ||
| 7 | Víkingur (HR) | 7 | 10 | ||
| 8 | Páll Fangi (KRF) | 2 | 1 |
rsf.fo











