Summarmóttøka á Sendi­stovu Før­oya í Keyp­mannahavn

Seinnapartin í dag skipaði Sendistova Føroya í Keypmannahavn fyri summarmóttøku fyri innbodnum gestum.

Millum tey innbodnu vóru umboð fyri sendistovur í Keypmannahavn, danska forsætismálaráðið, uttanríkismálaráðið, verjumálaráðið, Fólkatingið, umframt onnur embætisfólk og samstarvsfelagar.

 

Eftir at sendimaðurin, Gunnar Holm-Jacobsen, hevði bjóðað vælkomin, helt landsstýrismaðurin, Bárður á Steig Nielsen, røðu, har hann legði dent á týdningin av samanhaldi og samstarvi í hesum óstøðugu tíðum.

 

Eftir røðuna hevði Beinir Troest eina sangframførslu.

 

Tiltakið var eitt gott høvi hjá landsstýrismanninum at hitta og heilsa uppá teir gott hálvtannað hundrað gestirnar, ið samanlagt umboðaðu umleið 60 lond.