Tað gekk væl á útivølli - Tað var á Tórsvølli landsliðið snávaði

Landsliðið fekk tveir javnleikir og lat bara fýra mál inn á útivølli. Tað er manglandi úrtøkan á Tórsvølli sum dregur nógv niður

Mynd frá sjónvarpingini hjá KVF

Tá takast skal samanum hesa EM-undankappingina er tað rættiliga paradoksalt, at tað gekk í grundini væl á útivølli, og gekk illa á Tórsvølli.

 

Á útivølli vóru bæði stigini vunnin við 0-0 javnleikinum móti Albania í kvøld, og við 1-1 javnleikinum móti Moldova 24. mars.

 

Í útidystunum móti Pólandi og Kekkia standa vit leingi væl, og eru brotsspørkini Føroyar fáa ímóti sær, har Odmar Færø í grundini er sakleysur bert svørt óeydna. Í bæði Pólandi og Kekkia er støðan 0-0 tá hesi brotsspørkini vera dømd móti Føroyum. 

 

Føroyar tapa 0-2 fyri Pólandi og 0-1 fyri Kekkia, og lata sostatt bara fýra mál inn á útivølli.

 

Tað er úrtøkan á Tórsvølli, ið er vónbrotið.

 

Føroyar taptu 0-3 fyri Kekkia, 1-3 fyri Albania, 0-2 fyri Pólandi, og kanska tað størsta vónbrotið, 0-1 fyri Moldova á Tórsvølli.

 

Einki stig og níggju mál latin inn á heimavølli, og bert eitt skorað mál.

 

So Føroyar høvdu í grundini eina góða undankapping á útivølli, har vit kundu havt tríggjar ella fýra flottar javnleikir um ikki keðilig brotsspørk vóru dømd ímóti okkara monnum.

 

Tað er manglandi úrtøkan á Tórsvølli, ið dregur niður.

 

Tað fer vónandi og væntandi at rigga betur á Tórsvølli til komandi kappingina í Nations League. 

 

Mynd frá sjónvarpingini hjá KVF