Útisetarnir í Íslandi og Noregi taptu

Áki Egilsnes og KA taptu greitt í Íslandi, og tað sama gjørdu Kjartan Johansen og Fyllingen í Noregi

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA eru ikki longur oddalið í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Tað gjørdist greitt tá Akureyri á útivølli tapti 19-24 (9-12) ímóti unga liðnum hjá Haukum. Samstundis vann kappingarneytin, Akureyri 33-15 á Mílan, og lokalu arvafíggindarnir yvirtaka fyribils fyrsta plássið í deildini.

 

Áki Egilsnes skoraði fýra mál fyri KA í dag.

 

Støðan:

 

1Akureyri121011329:25421 stig
2KA1210  02298:23920
3Haukar U12    813     325:27017
4HK1280  4350:30816
5Þróttur12624315:27914
6Valur U12525290:27612
7Stjarnan U12408282:3258
8ÍBV U11317274:3247
9Mílan11119225:2923
10Hvíti riddarinn120012274:3950

 

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen fingu av at vita á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Fyllingen Bergen tapti 29-38 ímóti Kolstad. Í steðginum var Kolstad á odda 18-11, og Fyllingen Bergen megnaði ongantíð at arbeiða seg upp aftur. 

 

Persónliga gekk ikki heilt illa hjá Kjartani Johansen, sum hevði seks royndir á málið hjá Kolstad, og skoraði fýra mál. 

 

Støðan:

 

1.Arendal151113460:39523 stig
      
2.Elverum121011402:33121
      
3.Drammen151005441:39620
      
4.Halden14914454:38919
      
5.Haslum HK14734388:39717
      
6.Baekkelaget14626398:38714
      
7.Fyllingen Bergen15627444:45414
      
8.Falk14608344:37312
      
9.Bodo15519424:43311
      
10.Kolstad14518385:40011
      
11.Sandnes154011379:4538
      
12.Notteroy151014371:4822