Uppteljing: ES-vinarligarligi PAS vann valið í Moldova

Tað ljóðar, at stjórnarflokkurin PAS hevur vunnið yvir 50 prosent av atkvøðunum á valinum í Moldova í gjár.

 

Forsetin í Moldova, Maia Sandu, atkvøddi sunnudagin í høvuðsstaðnum Kisinau. - Mynd: Vladislav Culiomza/Reuters

Nú næstan allar atkvøðurnar eru taldar upp á valinum sunnudagin, stendur pro-evropeiski stjórnarflokkurin í Moldova, PAS, til at vinna 50,06 prosent av atkvøðunum.

Tað vísir uppteljingin hjá høvuðsvalnevndini í Moldova, har 99,65 prosent av atkvøðunum eru taldar.

Tíðindastovan AFP skrivar, at PAS harvið hevur vunnið valið.

PAS er flokkurin hjá Maiu Sandu forseta. Hon hevur lýst valið sum eina eksistentiella løtu fyri lítla, fátæka eysturevropiska landið, sum hevur sveiggjað millum russiska og evropeiska ávirkan í áravís.

50,06 prosent av atkvøðunum eru nakað minni enn PAS fekk í 2021, tá parturin hjá flokkinum endaði við 52,8 prosentum.

Pro-russiski blokkurin Patriotic hevur fingið næstflestar atkvøður við 24,25 prosentum. Aftaná kemur Alternativa, sum tíðindastovan Reuters lýsir sum pro-evropiskan, við 7,98 prosentum.

Við framhaldandi meiriluta í Moldova-tinginum, sum hevur 101 sessir, sleppur PAS framhaldandi at arbeiða fram ímóti málinum um ES-limaskap í 2030 og at enda bróta bundinskapin hjá Moldova av Russlandi.

Sambært BBC var valluttøkan á valinum sunnudagin yvir 52 prosent, og tað er hægri enn tað, sum hevur verið at sæð í landinum seinastu árini.

Stjórnin hjá Maia Sandu hevur áður ávarað fólkið um, at Russland hevur roynt at ávirka valið við at spreiða skeivar upplýsingar og keypa atkvøður.

Stanislav Secrieru, sum er tjóðartrygdarráðgevi hjá Sandu, hevur sambært Reuters sagt, at heimasíðurnar hjá stjórnini hava verið fyri telduálopum, og at falskar bumbuhóttanir hava verið á valstøðum í Moldova og uttanlands.

Russland hevur tó noktað uppíblanding.

Igor Dodon, fyrrverandi forseti í Moldova og ein av leiðarunum í russisku sinnaðu andstøðuni, hevur heitt á fólk um at taka lut í tí, sum hann kallar friðarligar mótmælisgongur mánadagin.

 

/Ritzau/

 

 

 

Forsetin í Moldova, Maia Sandu, atkvøddi sunnudagin í høvuðsstaðnum Kisinau. - Mynd: Vladislav Culiomza/Reuters