Á gudstænastuni fer Katrin Simony Knudsen Mikkelsen at hava eitt orð til børnini.
Sungnir verða lættir og kendir sangir og sálmar, og eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi og okkurt gott til børnini.
Øll eru hjartaliga vælkomin, verður sagt í fráboðanini.











