havnargentunum, og tá kom eldur í, men tað var einki álvarsligt. Ólavsøkuaftan var føroyskur dansur í Sjónleikarhúsinum. Tá komu sumbingar oftani norður at dansa, og tá fór mamma í dans, tí henni dámdi so [...] Sjónleikarhúsið er í dag. Í portrinum hjá Lützen á Áarvegnum kundu vit keypa ís. Hann kostaði eini fimm - 10 oyru, og smakkaði nærum bert av vatni, men vit vóru fegin kortini, sigur Rigmor. Í Avhaldinum kundu [...] fyrsta sinni spældi klaver alment í bólkinum Jazzband Triumph. Beiggi hennara, sum spældi við í hesum bólkinum, var farin til Danmarkar, og eingin var sum kundi setast í hansara stað. Av tí at Rigmor plagdi
Tað var tongligt í Steinatúni í Havn um tíggjutíðina týskvøldið. Eldávaringin í Føroya Banka var farin í gongd, og tey boðini høvdu teir móttikið bæði á brandstøðini og hjá løgregluni í Havn. Fleiri sløkkibilar [...] passaði. Áðrenn sløkkiliðsmenninir gjørdu av at bróta seg inn í bankan, royndu teir uttanífrá at fáa staðfest, um tað veruliga var eldur í ella ikki. Eingin roykur var nakrastaðni og tí var illgruni um [...] til rætti lykilin var komin. Tá Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, læt hurðina upp og fór innar saman við sløkkiliðsmonnunum kundu teir í felag staðfesta at talan var um falskan alarm. Ávaringarskipanin
Hóskvøldið fóru sirenurnar at ýla á Brandstøðini í Havn. Eldávaringin hjá Føroya Keypsamtøku í Hoyvík var farin í gongd, og so var bara at koma niðan í ein fart. Men tá sløkkiliðsbilarnir komu á staðið [...] at menn vóru í holt við at reingerða slaktaríið við heitum vatni. Dampurin frá heita vatninum settist á hitafølaran í rúminum og tá hann er stillaður sum hann er, so fór ávaringarskipanin í gongd hóast [...] hóast eingin eldur var. Men um ikki annað, so fingu sløkkiliðsmenninir ein biltúr burturúr, um teir enn ikki ynsktu tað .....
heldur enn á landið og tí var hann skumpaður í havið. Eldur í bili í Kongagøtu Tað var eisini eldur í einum bili um vikuskiftið. Ein bilur, sum stóð parkeraður í Kongagøtu, fór brádliga at brenna. Hvussu [...] orsøkina. Støðleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur tó, at teir hava mistanka til at eldskipanin í bilinum er orsøkin til eldsbrunan og at talan var um eitt skammlop í skipanini aftanfyri róðurstammuna. Fýra [...] fullir menn Fýra ferðsluóhapp vóru eisini í Havn um vikuskiftið. Einki ógvusligt óhapp var, men tíggju bilar fingu smærri skaðar í teimum fýra óhappunum. Av støðini í Havn siga teir, at ósketni var orsøkin
Íslands. Sunnumorgun og spælast skuldi í Akureyrar kirkju. Høvdu góðar stundir og fleiri okkara fóru í svimjihøllina, sum var stutt haðani, vit búðu. Vit komu í prát við eldri mann, hann var ættaður úr [...] veggi, men ymiskt var við dirvinum. Hava í morgun verið og sæð nýtt, nýmótans virki her í býnum. Hetta er silda, loðnu og feskfiskahús, sum Sildavinnslan eigur. Alt er í arbeiðshædd og nýggja tøknin lættir [...] Heimferðadagurin Í morgun er frískur, kaldligur vindur og komin upp í hæddir, sóu vit nýlagstan kava. Onkusstaðni var eisini krapi á vegnum. Illa regnaði í Seyðisfirði, men vit vóru undir taki og høvdu onga
langt frá støðuni, sum GÍ nú er í og til glæsiligu úrslitini, teir hava rokkið fyrr í nítiárunum. Eldurin Og so er tað botnurin. Í blaðnum leygardagin greiddi formaðurin í TB frá, hví teir høvdu skift annars [...] stig móti GÍ í Gøtu, HB í Gundadali og KÍ suðuri á Krossinum. Møguleikin er størri, tá teir 20. september fáa vitjan av VB, men tað verður torført hjá Sumba. Fuglfirðingar vunnu í Runavík í fjør, men hesa [...] tóktist vera farin í gongd, tá teir í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin vunnu stórt móti NSÍ, eru teir meiri ella minni steðgaðir upp. Tað er samstundis sjón fyri søgn, at luttøkan í Europa Cup og tøttu
4. september kemur ein sjáldsom bók í handlarnar, lívssøgan hjá Lars Larsen-Ledet (1881-1958). Ein lýsing av einum tí mest umrødda dana, bæði í egnum landi og úti í heimi. Tað var maðurin, sum meira og [...] valrætt í 1915, tað var hann sum ávirkaði lóggávuna um herskyldu, so frávikið eftir amerikanskum mynstri um rættin at nokta herskyldu varð tikið upp í donsku herskyldulógina. Tá Danmark Radio í 1925 fór [...] hvat fyribrigdið barnatími í útvarpinum var. Hopin av »artigum« søgum eru í hesi spennandi bók sum sýna myndina av manninum, sum øll kendu av navni, høvdu lisið um ella hoyrt í útvarpinum. Hann var nógv
Løgmaður ónødur Í Føroyum hevur Anfinn Kallsberg løgmaður gjørt vart við sína misnøgd nú eisini formaðurin í Ráðgevandi Nevndini ? Arne Larsen ? við síni frágreiðing til donsku stjórnina, í veruleikanum [...] Føroyska bankamálið livir enn í donskum politikki. Í kjalarvørrinum á útsøgnum frá donskum búskaparfrøðingum um, at skuldarsanering var á ongan hátt viðkomandi, tá danska stjórnin valdið at rinda føroyingum [...] skuldarsanering, tá avtalan var gjørd við føroyingar 10. juni í ár um endurgjald upp á 1,5 milliardir krónur. Og andstøðan hevur fingið vind í seglini, nú fleiri danskir búskaparfrøðingar siga, at skuld
Festivalur í Trongisvági Oddvá Nattestad letur sera væl at áhugaleikinum og umstøðunum hjá honum í dag. ? Eg haldi, at áhugaleikurin nú kemur í eina »renesansu«, sigur hon, og leggur afturat, at í juli næsta [...] okkurt fjarskotið land. Tiltøk fyri børn í vetur Í vetur fer MÁFf at hava tiltøk fyri børn í aldrinum 9-11 og 12-13. Hetta verður gjøgnum frítíðarundirvísingina í Havn, og verður tað Hedvig Vesterlund úr [...] spurningurin hevur verið viðgjørdur í Bygdarhúsinum á Strondum í vikuskiftinum, tá 90 áhugaleikarar úr øllum landinum hittust á stevnu. Við á stevnuni var eisini formaðurin í alheims áhugaleikararfelagnum,
Leygarmorgunin sá út til at eldur var í á Tryggingarsambandinum Føroyar. Á Kongabrúnni stóð ein brandbilur við stiganum uppi, men tað var eingin orsøk til panik, tí har var eingin eldur. Orsøkin til bilin var [...] var, at rútarnir í bygninginum hjá Tryggingarsambandinum vóru vornir heldur skitnir og trongdu til vask. Og tá bygningurin er rættiliga høgur, so er neyðugt við stiga og tá er nærum sjálvsagt at brúka brandbil